§1. Navn felagsins er Eysturoyar Handverksmeistarafelag, og heimstaður tess er Eysturoy.
Stk. 2. Felagsøki umfatar Eysturoy.
Stk. 3. Felagið er limur í Føroya Handverksmeistarafelag. Lógirnar hjá øllum lokalfeløgum í Føroya Handverksmeistarafelag eru samskipaðar sínámillum og við lógir meginfelagsins.
§2. Viðvíkjandi teimum í stk. 2 nevndu viðurskiftum verður víst til lógir Føroya Handverksmeistarafelags. Serligar reglur, sum koma afturat ásetingunum í lógum Føroya Handverksmeistarafelag eru ásettar í grein 3 og fram.
Stk. 2.
- Endamál felagsins
- Reglur fyri hvør kann gerast limur og atkvøðubýti
- Ærutreytir
- Almennar reglur fyri inn- og útliman
- Limagjald
- Limaskyldur
Inn- og útliman
§3. Tann, ið vil gerast limur í felagnum, má skrivliga venda sær til felagsskrivstovuna um upptøku.
Stk. 2. Nevndin kann í samtykt ásetta nærri reglur um upptøku. Hesar reglur eiga at tryggja skjóta mannagongd í samband við innliman.
Stk. 3. Somu treytir sum fyri útliman eru galdandi, um limur ynskir at verða hvílandi limur.
Stk. 4. Hvílandi limur hevur ikki atkvøðurætt og kann ikki veljast í stjórnina.
Stk. 5. Skrivstovan hjá Føroya Handverksmeistarafelag fær fráboðan um inn- og útliman skjótast tilber.
Limagjaldið
§4. Limagjaldið fyri limir og hvílandi limir verður ásett av aðalfundinum. Av tí at samsvar skal vera við lógir Føroya Handverksmeistarafelags, eru ávís mørk sett fyri gjøldunum.
Stk. 2. Limagjaldið verður ásett soleiðis, at árliga limagjaldið í minsta lagi er 0,25 promillu og í mesta lagi 3,0 promillu omanfyri limagjald ásett í lógum Føroya Handverksmeistarafelags. Minsta limagjald er tað minstamark, sum lóg Føroya Handverksmeistarafelags setur pluss 1.000,- kr.
Stk. 3. Tá ið limur sigur seg inn í felagið í árinum, verður hann at gjalda minsta limagjaldið fyri viðkomandi kalendaraár. Frávik kann gerast í hesum, um liði er út á árið.
Stk. 4. Fyri hvílandi limir er fasta limagjaldið kr. 200,00 um árið. Limur kann ikki verða hvílandi limur styttri tíðarbil enn 12 mánaðir.
Stk. 5. Limur, ið hevur eftirstøðu eldri enn 1 ár, skal aftaná at hava fingið ávaring uttan at hava goldið, verða strikaður úr felagnum, og skuld verður send til innheintingar.
Stk. 6. Um hesin vil innlimast aftur, verður hann at gjalda felagnum skuldina. Er sjúka atvoldin, kann nevndin víkja frá hesum.
Limarættindi
§5. Atkvøðu- og talurætt í øllum felagsins viðurskiftum eiga allir limir felagsins, ið fylgja teimum lógum og treytum, ið felagið fyriskipar, og ikki á nakran hátt arbeiða ímóti felagnum.
Aðalfundurin
§6. Ársaðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum felagsmálum. Bara hann kann broyta, seta ella avtaka lógir.
Stk. 2. Ársaðalfundurin verður vanliga hildin í seinnu helvt av februar mánaði og skal verða boðaður limunum skrivliga í minsta lagi 8 dagar frammanundan og í mesta lagi 4 vikur frammanundan.
Stk. 3. Fasta ársaðalfundarskráin er henda:
- Frágreiðing frá farna árinum
- Roknskapur at leggja fram og góðkenna.
- Fíggjarætlan at leggja fram og góðkenna.
- a. Velja nevndarlimir.
- Velja tiltakslimir.
- Velja grannskoðarar.
- Innkomin uppskot.
- Ymiskt.
Stk. 4. Uppskot, ið ætlast viðgjørd á ársaðalfundinum, skulu vera á skrivstovuni áðrenn 1. februar.
Stk. 5. Í sambandi við keyp, sølu og veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.
§7. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið 10 limir skrivliga biðja um tað og skila til, hvat ynskt verður at fáa til umrøðu.
Stk. 2. Boðað kann verða til eykaaðalfundar við tí tíðarfreist, nevndin ætlar um, tó í seinasta lagi 8 dagar eftir, at skrivlig áheitan er komin til felagið.
§8. Á aðalfundinum ræður einfaldur meiriluti úrslitinum.
Stk. 2. Til lógarbroyting krevst tó, at 2/3 av limunum eru á fundi, og 3/4 av teimum atkvøða fyri.
Stk. 3. Er ársaðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður lýst til nýggjan aðalfund í fyrsta lagi 8 dagar eftir, og ræður tá vanligur meiriluti úrslitinum uttan mun til fundarluttøku limanna.
§9. Formaðurin setur fundin, ið velur ein orðstýrara.
Stk. 2. Orðstýrarin skal ansa eftir, at fundurin fer regluliga fram og syrgja fyri at geva orðið til limirnar í tí rað, teir hava biðið um tað. Hann skal átala alt, ið órógvar fundin, og hevur rætt at vísa út tí ella teimum, ið órógva, ella um neyðugt at slíta fundin. Gerðabók skal altíð verða skrivað, og verður hon undirritað av fundarstjóranum og møttum nevndarlimum. Um ynskist skal gerðabókin verða upplisin.
Nevndin.
§10. Felagið verður stjórnað av eini nevnd við 5 til 7 limum, alt eftir hvat aðalfundurin tekur støðu til. Nevndarlimir verða valdir á ársaðalfundinum tvey ár ísenn, soleiðis at annaðhvørt ár verða 2 og annaðhvørt ár 3 valdir, um nevndin hevur 5 limir, og tilsvarandi verða 3 og 4 valdir annaðhvørt ár, um nevndin hevur 7 limir.
Stk. 2. Felagið kann eisini hava beinleiðis formansval. Ársaðalfundurin velur tá formannin fyri 2 ár í senn. Hinir nevndarlimirnir verða eisini valdir fyri tvey ár ísenn, soleiðis at annaðhvørt ár stendur helvtin av nevndarlimunum fyri vali og annaðhvørt ár hin helvtin.
Stk. 3. Somuleiðis eru 2 tiltaksmenn til nevndina og 2 grannskoðarar, ið verða valdir á ársaðalfundinum á sama hátt sum nevndarlimirnir.
Stk. 4. Á fyrsta nevndarfundi skipar nevndin seg við formanni, næstformanni og vanligum nevndarlimum. Um nevndin ikki hevur eina fasta umsiting / skrivara, verða kassameistari og skrivari eisini valdir.
Stk. 5. Valið er skrivligt, og kann endurval fara fram.
Nevndarfundir
§11. Nevndin hevur umsjón við starvi felagsins. Hon kann seta skrivara og annað starvsfólk.
Stk. 2. Nevndin heldur fund, tá ið formaðurin ella 2 nevndarlimir halda tað vera neyðugt.
Stk. 3. Skrivarin kann í samráð við formannin boða til nevndarfund. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 limir eru á fundi.
Stk. 4. Um javnt stendur í atkvøðugreiðslu, ræður atkvøða formansins úrslitinum.
Dagliga felagsarbeiðið
§12. Um felagið hevur fastan skrivara, hevur hesin dagliga felagsarbeiðið um hendi. Hann heldur fullfíggjaðan lista við øllum limum felagsins, eins og hann heldur fullfíggjaðan roknskap yvir inntøkur og útreiðslur felagsins. Hevur felagið ikki fastan skrivara, eru hetta ávikavist uppgávur skrivarans og kassameistarans.
Stk. 2. Skrivarin heldur gerðabók um allar fundir felagsins, og alt brævaskifti er í hansara hondum í samráð við nevndina.
Stk. 3. Gerðabókin verður undirritað av teimum á fundi møttu nevndarlimum. Viðvíkjandi nevndarfundum skal greitt vera tilskilað, hvørjir nevndarlimir møta á fundi, og hvørjir geva avboð. Nevndarlimir, sum ikki vóru á fundi, og skrivarin skulu viðmerkja, at tey hava lisið fundarfrágreiðingina.
Stk. 4. Nevndarformaðurin teknar felagið. Nevndin hevur heimild at veita skrivaranum ella kassameistaranum umboðsfulltrú.
Stk. 5. Í stórum peningamálum krevst fundarsamtykt.
§13. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk. 2. Tann sum hevur roknskapin um hendi letur grannskoðarum felagsins fullfíggjaðan roknskap áðrenn 1. februar. Grannskoðararnir skulu lata hann frá sær grannskoðaðan áðrenn 15. februar.
Stk. 3. Roknskapargrannskoðarar og nevnd hava til eina og hvørja tíð heimild at kanna roknskap og kassapening.
Stk. 4. Nevndin skal á hvørjum ársaðalfundi leggja fram fíggjarætlan til góðkenningar.
Avtøka felagsins
§14. Uppskot um at taka felagið av kann bara koma til umrøðu á ársaðalfundinum, har í minsta lagi 3/4 av limunum eru á fundi, og er samtykt, tá ið í minsta lagi 3/4 av teim hjástøddu limunum hava greitt atkvøðu fyri uppskotinum.
Stk. 2. Verður felagið avtikið, skulu allar ognir felagsins verða lætnar Føroya Handverksmeistarafelag í varðveitslu.
Stk. 3. Hesar ognir kunnu latast felag við sama endamáli sum Eysturoyar Handverksmeistarafelag, tá hetta felag hevur virkað í 5 ár.
Stk. 4. Um eingin innan 15 ár setur krøv sambært hesum, skulu ognir felagsins verða nýttar til at stuðla handverk í Føroyum eftir teim reglum, ið Føroya Handverksmeistarafelag ásetur.
Lógarbroyting
§15. Broytingar í hesum lógum kunnu bara verða viðtiknar á ársaðalfundi.
Gildi lógarinnar
§16. Henda lóg hevur gildið frá 1. jan. 2016.
Stk. 2. Samtykt á aðalfundi tann 30. apríl 2015.
Stk. 3. Til váttanar undirskrivar nevndin lógina í tveimum eintøkum, og Føroya Handverksmeistarafelag fær eitt eintak.