Sum limur í Eysturoyar Handverksmeistarafelag, fært tú m.a. atgongd til eina sera lagaliga Lívstrygging, gjøgnum LÍV.
Eysturoyar Handverksmeistarafelag leggur dent á at hava ávirkan á umstøðurnar hjá vinnuni, og luttekur tí í fleiri nevndum, har vit gera okkara ávirkan galdandi.
Felagið skipar eisini við jøvnum millumbilum fyri mennandi átøkum fyri limir felagsins. Sum limur, ert tú vælkomin at koma við ynskjum til hvørji átøk felagið skal arbeiða við.
Vit veita tær eisini ráðgeving í truplum leiðsluviðurskiftum - innleiðandi er hetta ókeypis.
Limagjaldið í Eysturoyar Handverksmeistarafelag er smb. §4 í viðtøkunum hjá felagnum soleiðis:
§4. Limagjaldið fyri limir og hvílandi limir verður ásett av aðalfundinum. Av tí at samsvar skal vera við lógir Føroya Handverksmeistarafelags, eru ávís mørk sett fyri gjøldunum.
Stk. 2. Limagjaldið verður ásett soleiðis, at árliga limagjaldð í minsta lagi er 0,25 promillu og í mesta lagi 3,0 promillu omanfyri limagjald ásett í lógum Føroya Handverksmeistarafelags. Minsta limagjald er tað minstamark, sum lóg Føroya Handverksmeistarafelags setur plus 1.000,- kr.
Stk. 3. Tá ið limur sigur seg inn í felagið í árinum, verður hann at gjalda minsta limagjaldið fyri viðkomandi kalendaraár. Frávik kann gerðast í hesum, um liði er út á árið.
Stk. 4. Fyri hvílandi limir er fasta limagjaldið kr. 200,00 um árið. Limur kann ikki verða hvílandi limur styttri tíðarbil enn 12 mánaðir.
Ynskir tú at gerast limur í EyHMF, er best nýta formularin niðanfyri, til skráseting: