Limaskapur

Gjøgnum limaskap í Eysturoyar Handverksmeistarafelag, tekur tú ábyrgd fyri viðurskifitunum hjá handverkaravinnuni, og ert við til at tryggja eina kappingarføra vinnu, góðar byggireglugerðir, útbjóðingar, myndugleikasamskifti, lønarsamráðingar o.m.a.

Felagið roynir eisini støðugt at menna tænastur til okkara limir. Niðanfyri er nakrar av hesum nevndar:

  • Sum limur í Eysturoyar Handverksmeistarafelag, fært tú m.a. atgongd til eina sera lagaliga Lívstrygging, gjøgnum LÍV.Einstaki handverksmeistarin útgreinar hvørji starvsfólk eru fevnd av tryggingini. Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Arbeiðsførið verður váttað í samband við innliman. Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár. Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
  • Eysturoyar Handverksmeistarafelag leggur eisini dent á at hava ávirkan á umstøðurnar hjá vinnuni, og luttekur tí í fleiri nevndum, har vit gera okkara ávirkan galdandi.
  • Felagið skipar eisini við jøvnum millumbilum fyri mennandi átøkum fyri limir felagsins. Sum limur, ert tú vælkomin at koma við ynskjum til hvørji átøk felagið skal arbeiða við.
  • Vit veita tær eisini ráðgeving í truplum leiðsluviðurskiftum - innleiðandi er hetta ókeypis.